Hondbóltsmenninir, KÍ ella Jónas G. Isaksen

Hondbóltsmenninir, KÍ ella Jónas G. Isaksen
Kappingin um at gerast Ítróttanavnið 2023 stendur ímillum hondbóltslandsliðið við monnum, besta mansliðið hjá KÍ og Jónas Gunnleivsson Isaksen
Hørð kapping er um heiðurin sum Ítróttanavnið 2023
Mynd: ÍSF  
 
03.02.2024 - 15:03

Kappingin um at gerast Ítróttanavnið 2023 er hørð.

Hon stendur ímillum hondbóltslandsliðið við monnum, mansliðið hjá KÍ og rennaran Jónas Gunnleivsson Isaksen.

 

Besta mansliðið hjá KÍ skrivaði føroyska fótbóltssøgu í fjør. Eftir fleiri ógloymandi evropeiskar dystir eydnaðist at spæla seg í Conference League-bólkaspælið.

Hetta er fyrstu ferð, eitt føroyskt fótbóltslið spælir seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Ikki nóg mikið við tí. KÍ megnaði at spælas eg til fýra stig í fyrstu royndini. Afturat hesum vann KÍ heimliga landskappingina sannnførandi.

 

A-landsliðið hjá monnum í hondbólti 

Bestu føroysku hondbóltsmenninir skrivaðu eisini søgu, tá teir spældu seg til EM-endaspælið í Týsklandi. Spælararnir á liðnum hava longu víst sítt framsøkni, og nærum allir spæla yrkishondbólt í útlendskum hondbólti. Teir fremstu millum hesar eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sum spæla í krútsterku týsku Bundesliguni.

Eitt endaspæl fyri vaksin var óhugsandi fyri fáum árum síðan, og hondbóltslandsliðið hevur við hesum flutt mørkini fyri, hvat ber til hjá føroyskum ítrótti og føroyskum landsliðum.

 

Jónas Gunnleivsson Isaksen 

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur veruliga gjørt vart við seg í 2023. Hann tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 og 400 metur renning.

Stutt eftir gjørdi hann ikki mætari enn at vinna U20-evropameistaraheitið við nýggjum norðurlendskum juniormeti bert 17 ára gamal.

 

Ítróttanavnið 2023 er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297