Ítróttafelagsskapurin: Mjølnir, HSF ella B71

Ítróttafelagsskapurin: Mjølnir, HSF ella B71
Tey tilnevndu til heiðurin Ítróttafelagsskapurin 2023 eru Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71
Mjølnir, B71 og HSF eru í uppskoti til ítróttafelagsskapin 2023
Mynd: ÍSF  
 
25.01.2024 - 10:25

Mjølnir, Hondbóltssamband Føroya og B71 eru í uppskoti til virðislønina 'Ítróttafelagsskapurin 2023', sum verður latin á Ítróttafagnaðinum í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar.

Hendan heiðurslønin verður latin til eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

 

Mjølnir, HSF og B71

 - Mjølnir er eitt fevnandi felag, sum er sjónligt í lokalumhvørvinum, verður sagt í tilnevningini. Felagið bjóðar venjing til allar aldursbólkar, umstøðurnar eru góðar og Mjølnir hevur seinastu árini gingið á odda við millum annað at melda seg til evropeisku flogbóltskappingarnar. 

 - B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið, verður sagt um felagið, sum helst er best kent fyri fótbólt, men eisini fevnir um flogbólt, hondbólt og futsal.

Hondbóltssamband Føroya hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við menning av hondbólti, og úrslitini hjá føroyskum landsliðum síðstu árini - ikki minst til EM-endaspælið í Týsklandi fyri kortum, hava verið frálík. - Øll hesi úrslitini eru bygd á eina breiddarhugsan, sum sigur, at um tað er stuttligt fyri øll at spæla
hondbólt, samstundis sum vit menna talentini, fara úrslit at spyrjast burturúr, verður sagt í tilnevningini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297