Bjarnhild silvur í Danmark

Bjarnhild silvur í Danmark
Bjarnhild í Buð Justinussen vann silvur í einmansleiki í kapping í Århus um vikuskiftið, har átta føroyskir spælarar kappaðust
Badmintonlandsliðið kappaðist í Århus um vikuskiftið
Mynd: Badmintonsamband Føroya  
 
22.01.2024 - 09:26

Bjarnhild í Buð Justinussen spældi seg til silvurheiðursmerki í sterkari kapping í Århus um vikuskiftið.

Spælarin, sum er uppvaksin í Klaksvíkar Badmintonfelag, var í hálvfinaluni í øllum trimum greinunum. Í tvímansleiki vóru hon og Ranja Joensen útslidnar í hálvfinaluni, og í blandaðum tvímansleiki saman við Magnusi Dal-Kristiansen gekk á sama hátt.

Í einmansleiki eydnaðist at vinna 2-0 í hálvfinaluni, men í finaluni var mótstøðan ov sterk.

Átta føroyskir spælarar vóru við í kappingini.
 


Bjarnhild í Buð Justinussen spældi seg til silvur í Århus um vikuskiftið. MYND: BSF
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Við Tórði á túri í prestagørðum
176104
Mánadag 3. juni
Norðurljóð 3.juni 2024
176100
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 3. juni
Ber tað til at liva í alla tíð?
176165
Mánadag 3. juni
Hvør eri eg?
176164
Mánadag 3. juni
Hvar byrja vit?
176160
Mánadag 3. juni
Jólasakin
176156