Suni tekur endaliga samanum: We´ll meet again!

bannari
Suni tekur endaliga samanum: We´ll meet again!
Føroyska landsliðnum eydnaðist ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í miðumfarið, men sigrað hava teir, og munnu standa sum størstu sigursharrarnir í kappingini higartil
Spælararnir og mongu áskoðararnir hava vakt ans sum einki annað lið, og vunnið hjørtuni á fólki víða hvar
Mynd: kolektiff  
 
16.01.2024 - 10:41

Suni Merkistein, frásøgumaður, journalistur og ítróttarpoetur, hevur verið staddur í Berlin í sambandi við fyrstu luttøkuna í einum EM-endaspæli hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Suni tekur soleiðis endaliga saman um bæði føroysku luttøkuna og heiðurliga tapið fyri Póllandi.

Hoyr hugleiðingar ella les tær her niðanfyri:

16012024_EM24_Status_fra_Suna_06

--- 

Suni tekur endaliga samanum

Kavin kom í morgun í Berlin.

Og nú fer hin fjølmenti skarin av føroyingum, ið her hevur verið staddur seinastu vikuna, at fyrireika sína heimferð.

Føroyska landsliðnum eydnaðist ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í miðumfarið, men sigrað hava teir, og munnu standa sum størstu sigursharrarnir í kappingini higartil. Spælararnir og mongu áskoðararnir hava vakt ans sum einki annað lið, og vunnið hjørtuni á fólki víða hvar.

Tað var ein sensasjón, at vit vóru við, at tað so hevur gingist sum tað gekk, er komið óvart á allan hondbóltsheimin. Vit spæla tríggjar javnar og góðar dystir í okkara bólki. Vit tapa tepurt fyri Slovenia og Póllandi, og fingu dramatiska og minniliga javnleikin móti Noregi leygarkvøldið sum krúnuna á verkið.

Vit vóru Slovenia, Noregi og Póllandi javnlíkar í at kalla øllum lutum í spælinum, tað er eitt bragd av okkara ungu og óroyndu manning.  Avgerandi fyri góðu úrslitini er eisini, at vit hava spælarar, sum veruliga gera mun á hægsta stigi. Í øllum trimum av okkara dystum áttu vit dagsins leikara. Ikki Slovenia, Noreg ella Pólland. Tvær ferðir fall hesin lutur Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í lut, og einaferð Hákun West av Teigum.

Øll líkindu áttu at verið fyri, at føroyska manshondbóltslandsliðið fer at mennast og styrkna í komandi árum, tí miðalaldurin á spælarunum er lágur. Spælararnir vórðu stórliga fagnaðir, tá teir stukku inn á gólvið til mongu føroysku áskoðararnar á Radisson-gistingarhúsinum á Aleksanderplássi í gjárkvøldi.

Føroyar taptu 32-28 fyri Póllandi í gjár. Javnt gekk á allan dystin, men móti endanum glapp, og vit vóru ikki longur mentir at halda tørn. Nógv stóð á verjuni, sum ikki fekk tamarhald á pólska álopsspælinum og risanum Szyrpzak inni á strikuni.

EM-kappingin í Týsklandi heldur fram, men Føroyar eru farnar burturúr saman við øðrum londum, nú liðini í endaspælinum eru farin at fækkast.

Men føroyingar fara úr Týsklandi við fattum høvuðburði. Okkara fótaspor síggjast í morgunkavanum. We´ll meet again!

 

Suni Merkistein, Berlin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066