Rør 100.000 metrar fyri Eydnudeildina

Rør 100.000 metrar fyri Eydnudeildina
Vermund Vestergaard rør í dag 100.000 metrar, og inntøkurnar fara til Eydnudeildina, sum er hoondbóltsvenjing og dystir fyri børn og ung við avbjóðingum
Vermund Vestergaard legði 'frá landi' klokkan 9.00 í morgun
 
18.02.2023 - 10:00

Vermund Vestergaard rør í dag 100.000 metrar til frama fyri arbeiðið hjá Eydnudeildini.

Eydnudeildin er hondbóltsvenjing og dystir fyri børn og ung við avbjóðingum.

Tað krevur sítt at rógva langa teinin, og Vermund Vestergaard hevur vant miðvíst seinastu tíðina. Hann roknar við, at rógvingin fer at taka ímillum sjey og átta tímar.

Róð verður á maskinu í hølunum hjá Bilrøkt í Havn.

Vermund Vestergaard legði 'frá landi' klokkan 9.00 í morgun, og ígjøgnum dagin er ymiskt á skránni, m.a. vafflur og kaffi, sum verður borðreitt um middagsleiti, og sangur frá Jens Marna Hansen klokkan 15. Sum skilst ber eisini til at rógva saman við Vermundi Vestergaard part av teininum, um tað liggur fyri.

Harafturat ber til at kappast um góðar vinningar, og sjálvandi at stuðla Eydnudeildini. 

Meir kann frættast á facebook-síðuni hjá Vermundi Vestergaard her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947