Vunnu gull og settu met

Vunnu gull og settu met
Væl gekst hjá fleiri av føroysku svimjarunum, sum um vikuskiftið hava kappast í Reykjavík, tí ein vann gull og tveir settu føroysk met.
Líggjas Joensen úr Ægi vann um vikuskiftið gull á svimjistevnuni Reykjavík Open
 
29.01.2023 - 17:47

Tilsamans 46 svimjarar hava um vikuskiftið verið til svimjistevnuna Reykjavík International Swim Meet í íslendska høvuðsstaðnum.

14 svimjarar vóru úr SuSvim, 14 úr Havnar Svimjifelag, 12 úr Ægir og seks úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og feløgini hava sjálv skipa fyri luttøkuni í Reykjavík.

Fleiri teirra stóðu seg væl, og millum annað eydnaðist Líggjasi Joensen úr Ægir fríggjakvøldið at vinna gull í 1500 metra frísvimjing.

Eisini vóru tvey føroysk met sett á langgeil.

Annað setti Róland Toftum úr SuSvim í dag í finaluni í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann við tíðini 29,36 sekund tók sítt egna met, sum hann setti í Danish Open fyri seks árum síðani, afturi í 2017.

Og hitt setti Lea Osberg Højsted úr Ægi fríggjakvøldið, tá hon í innleiðandi riðlinum svam 50 metra bringusvimjing við tíðini 34,31 sekund, sum er bæði føroyskt met og juniormet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283

Meira um sama evni