Løgmaður á veg at siga upp

bannari
Løgmaður á veg at siga upp
Fyri døgurða verður væntandi greitt, hvør fær litið upp í hendur at standa á odda fyri samgongusamráðingunum.
Bárður á Steig Nielsen kom í løgtingið um níggju tíðina við umbøn um at verða loystur úr starvi sum løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 09:10

Fyri løtu síðani fór Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, við umbøn um at verða loystur úr starvi.

Síðani fara flokkarnir hvør sær til løgtingsformannin at vísa á, hvør skal standa á odda fyri samráðingunum um at skipa nýtt landsstýri.

Tann fyrsti floksformaðurin, sum hittir løgtingsformannin, er Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og tað verður klokkan hálvgum tíggju. 

Fyri døgurða verður væntandi greitt, hvør fær litið upp í hendur at standa á odda fyri samgongusamráðingunum. 

 

Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni, tók ímóti løgmanni, áðenn hann fór at hitta løgtingsformannin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bárður á Steig Nielsen hevur verið hjá løgtingsformanninum og biðið um at verða loystur úr starvinum sum løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211