Russland skuldsetir Ukraina fyri dronuálop

bannari
Russland skuldsetir Ukraina fyri dronuálop
Eitt álop við dronum skal hava verið ímóti flogvøllinum í russiska Kursk-landspartinum, skrivar guvernørurin í økinum á tíðindatænastuni Telegram
Ein hernaðarflogvøllur í Russlandi skal eftir øllum at døma vera álopin við ukrainskum dronum
Mynd: Maxar Technologies/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.12.2022 - 07:48

Guvernørurin í økinum, Roman Starovoyt, skrivar á tíðindatænastuni Telegram, at eingin lat lív og eingin fekk løstir í álopinum, skrivar Reuters.

Tíðindastovan hevur tó ikki fingið tíðindini váttað.

Kursk er á markinum til Ukraina.

 

Russland skuldsetir Ukraina

Í gjár skuldsettu russiskar deildir Ukreina fyri at hava framt álop við dronum móti tveimum hernaðarflogvøllum í Russlandi.

Trý fólk lógu eftir á og fleiri fingu skaða á báðum álopunum, skriva russiskir myndugleikar.

 

Tvey flogfør oyðiløgd

New York Times skrivaði í gjárkvøldið, sambært Reuters, at Ukraina framdi álopi móti tveimum hernaðarstøðum fleiri kilometrar inni í Russlandi við ómannaðum dronum.

Tíðindini hevur blaðið frá einum ukrainskum embætismanni.

Dronurnar vóru sendar avstað úr ukrainskum øki, og í minsta lagi tvey flogfør eru løgd í oyði á aðrari herstøðini og fleiri onnur fingu skaða, skrivar blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216