Russisk rakett rakt mál í Póllandi

bannari
Russisk rakett rakt mál í Póllandi
Alt bendir á, at tvær russiskar rakettir hava rakt ein lítlan pólskan bý nær markinum til Ukraina, har tvey fólk lótu lív
Myndin er tikin úr fjarstøðu, men vísir royk frá álopinum
Mynd: Stowarzyszenie Moje Nowosiolki/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.11.2022 - 21:10

Tvær rakettir hava í kvøld rakt ein pólskan bý nær markinum til Ukraina.

Tað er alt sum bendir á, at talan er um russiskar rakettir - spurningurin er, um ætlanin var at rakettirnar skuldi raka mál í Póllandi, ella talan er um eitt mistak.

Russar hava víst aftur, at landið hevur sent nakra rakett móti Póllandi.


Polski verjumálaráðharrin, Mariuz Blaszczak, fer á kreppufund í Warsawa eftir, at russiskar rakettir eftir øllum at døma hava rakt mál í Pólandi / Mynd: Radek Pietruszka/EPA/Ritzau Scanpix

 

G20-toppfundur

Hetta hendir samstundi sum G20-toppfundur á Bali, har millum annað kríggið í Ukraina er umrøtt.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergey Lavrov, var staddur á Bali, men fór heim stutt áðrenn tíðindini bórust um rakettirnar, sum raktu býin Przewodó, har tvey fólk hava latið lív.

Tað var undir einum ógvusligum rakettálopi á Ukraina, at rakettin rakti málið í Póllandi.

Einar hundrað langtrøkkandi rakettir eru skotnar inn yvir Ukraina ídag, helst sum hevnisøka fyri, at ukrainar hava tikið býin Kherson aftur frá russum.

Álopið er álvarssamt, um NATO metir álopið sum tilætlað, tí eitt tílíkt álop á eitt NATO land er mett sum eitt álop á alt NATO, sum so má svara aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211