Vinstri og Radikali flokkurin høvdu stóra afturgongd

bannari
Vinstri og Radikali flokkurin høvdu stóra afturgongd
Vinstri misti atkvøður, tí bæði Lars Løkke Rasmussen og Inger Støjberg stovnaðu nýggjar flokkar, sigur Jakob Ellemann-Jensen, flokformaður
Jakob Ellemann-Jensen er ikki nøgdur við valúrslitið hjá Vinstra.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.11.2022 - 08:23

Vinstriflokkurin hevði stóra afturgongd á fólkatingsvalinum, og sum næststørsti flokkur fekk hann bert 13,3 prosent av atkvøðunum. Vinstri er helvtina minni enn danski javnaðarflokkurin.

Jakob Ellemann-Jensen, floksformaður, sigur ongan iva vera um, at Vinstriflokkurin misti undirtøku, tí bæði Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi formaður í flokkinum, og Inger Støjberg hava stovnað nýggjan flokk.

Jacob Ellemann-Jensen var ikki nøgdur við valið:

 

02112022_Jakob_Ellemann

 

Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum.


Konservativi flokkurin hevði eisini eitt vánaligt val, og ymisk viðurskifti í valstríðnum høvdu við sær, at undirtøkan ikki var serliga góð.

Kortini tyktist formaðurin, Søren Pape Poulsen, at vera væl nøgdur:

 

02112022_Soren_Pape

 

Sofie Carsten Nielsen, forkvinna í Radikala flokkinum.


Radikali Vinstriflokkurin var beinleiðis orsøk til, at fólkatingsval var nú, tí flokkurin hótti við at taka stuðulin til Mette Frederiksen aftur.

Sofie Carsten Nielsen, forkvinna, var ikki serliga væl nøgd, tí flokkurin hevði stóra afturgongd á valinum:

 

02112022_Sofie

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949