Valið í Grønlandi avger hvør stjórnar Danmark

bannari
Valið í Grønlandi avger hvør stjórnar Danmark
So er greitt, at tað verða veljararnir í Grønlandi, ið avgerða hvør skal stjórna Danmark
Mette Frederiksen, forsætiráðharri, hevur havt stóran mótgang, men vann hóast tað valið í Danmark
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.11.2022 - 23:49

Reyðu vongurin hjá Mette Frederiksen vann fólkatingsvalið í Danmark.

Men tað verða grønlendingar sum gera av, um Mette Frederiksen hevur ein reinan reyðan meiriluta. 

Í alt kvøld hevur tað sæð út til, at Lars Løkke Rasmussen og hansara nýggi flokkur, Moderaterne, fór at fáa ein lyklaleiklut, men tann leikluturin varð nú, tá avtornaði, fluttur út í útnorður og til Føroyar og Grønlands. 

Givið er tó, at Mette Frederiksen stendur munandi sterkari í samráðingunum nú, enn tað sá út, tá valstøðini í Danmark lótu aftur. 

Tá var tað onkursvegna Lars Løkke Rasmussen, ið sat við buktini og báðum endunum, men tað glapp honum av hondum. 

Reyði vongurin fekk 87 fólkatingslimir. 

Blái vongurin fekk 73 fólkatingslimir. 

Eingin av vengrunum í donskum politikki kunnu telja upp til 90 umboð í fólkatinginum, sum krevst fyri at fáa meirilutan. 

Samlaða úrslitið í Danmark sær soleiðis út.

Velja grønlendingar, sum teir plaga, tvey reyð umboð á fólkating, so hevur Mette Frederiksen og reyði vongurin ein reinan meirilutan á Christiansborg saman við Sjúrði Skaale úr Javnaðarflokkinum. 

Tað gevur fólkatingsumboðunum úr útnorði sera góð kort á hondina, tá Mette Frederiksen skal skipa stjórn. 

Sjúrður Skaale, sum í gjár varð valdur á fólkting fyri Javnaðarflokkin, var viðmerkjari í útvarpinum. Og hann gjørdi skjótt av og skrivaði til grønlendingar, meðan hann sat í útvarpsstovuni, og gjørdi vart við, at tað var umráðandi at samstarva um, hvussu tey kundu fáa mest burtur úr lyklastøðuni, ið tey sóu út til at fáa.

"Tað er umráðandi, at vit fara í felag, tí tað er eitt sterkari signal í tí, og at ansa eftir, at vit ikki verða tikin fyri givið," segði Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin.

Eisini í Grønlandi eru tey greið yvir, at úrslitið av fólkatingsvalinum í Danmark hevur givið teimum ein gyltan møguleika. 

"Komandi fólkatingslimirnir úr Grønlandi og Føroyum kunnu koma í eina støðu, har teir eru avgerandi. Tað vóni eg, at flokkarnir, ið hava uppstilla valevnini, eru fyrireikað uppá," sgiru Lars-Emil Johansen, ið hevur sitið í fólkatinginum fyri Siumut, við KNR.  

Valið í Grønlandi verður ikki liðugt fyrr enn klokkan 3 í nátt. 

 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Mette Frederiksen (@mette)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949