Fólkatingslimirnir úr Norðuratlantshavi kunnu blíva avgerandi

bannari
Fólkatingslimirnir úr Norðuratlantshavi kunnu blíva avgerandi
Sjúrður Skaale og grønlendsku fólkatingslimirnir kunnu avgera, hvør vinnur danska fólkatingsvalið, tí tað ríður um snarið til, at Mette Frederiksen varðveitir meirilutan
 
01.11.2022 - 22:33

Í alt kvøld hevur tað sæð út til, at fyrrverandi forsætisráðharrin og føroyavinurin, Lars Løkke Rasmussen, og hansara nýggi flokkur, Moderaterne, skuldi fáa ein lyklaleiklut til, hvør skuldi stjórna Danmark. 

Men reyði vongurin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hevur tikið dik á seg, og nú sær út til, at lyklaleikluturin er endaður hjá Sjúrði Skaale og grønlendsku fólkatingslimunum. 

Teytin er tó, at báðir teir grønlendsku fólkatingslimirnir eru til vinstru fyri miðjuna og stuðlar Mette Frederiksen úr danska javnaðarflokkinum, Socialdemokratiet. Sjúrður Skaale er longu valdur, og hann stuðlar Mette Frederiksen. 


Tølini hjá TV2. 


Tølini hjá DR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949