Hetta er ikki hent fyrr!

bannari
Hetta er ikki hent fyrr!
- Áðrenn uppstillingina vistu vit nærum ikki, hvussu hon æt, og nú liggur hon á odda.
 
31.10.2022 - 21:40

Soleiðis sigur Jóannes Hansen, politiskur viðmerkjari í Kringvarpinum, um atkvøðutalið hjá Onnu Falkenberg, sum í skrivandi løtu hevur næst flestar atkvøður.

- Tað nærmasta, vit koma hesum, er, tá Høgni Hoydal í 1998 traðkaði á politiska pallin. Munurin er bara tann, at Høgni var kendur í miðlunum áðrenn, og tí var hann sera sjónligur í valstríðnum.

Í 2015 fekk Edmund Joensen 2.416 atkvøður, og hetta var hansara besta fólkatingsval. Anna manglar tí ikki nógvar, til at taka besta valið hjá abbanum. 

 

Hesi tøl vísa støðuna, tá 54 valstøð vóru tald upp.

Flestar atkvøður hevur Sjúrður Skaale, sum liggur á odda við 1.953 atkvøðum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949