Útlendingar sleppa nú aftur at ferðast til Avstralia

bannari
Útlendingar sleppa nú aftur at ferðast til Avstralia
Í skjótt tvey ár hava útlendskt ferðafólk ikki havt møguleika at sleppa til Avstralia orsakað av koronu, men frá 21. februar veður tað broytt
21. februar sleppa útlendingar aftur at ferðast til Avstralia
Mynd: Shutterstock.com  
 
07.02.2022 - 09:09

Avstralia letur nú dyrnar upp aftur fyri útlendskum ferðafólki. 

Í knapt tvey ár hava útlendsk ferðafólk ikki havt møguleiki at sleppa inni í landið vegna koronusmittuna, men frá 21. februar sleppa fólk, sum eru liðugtkoppsett, inn aftur í landið.

Tað boðaði Scott Morrison, forsættisráðharri, frá á tíðindafundi.

Hálvan desember í fjør vórðu mørkini latin upp fyri útlendskum lesandi og vælútbúnum migrantum, men nú verður latið upp fyri øllum, sum eru liðugt koppsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403