Heilsumálaráðið bjóðar nú fjórða prikið

bannari
Heilsumálaráðið bjóðar nú fjórða prikið
Tilboðið er ætlað fólki í vandabólkum, og tey fáa innkalling frá Sjúkrahúsverkinum
 
04.02.2022 - 15:20

Heilsumálaráðið bjóðar nú fólki í vandabólkum fjórðu koppseting fyri Covid-19.

Endamálið er at verja fyri álvarsligari sjúkugongd, verða fólk smittað. 

Ein treyt fyri at fáa fjórða prikið er, at tað í minsta lagi eru gingnir tríggir mánaðir síðani triðja prikið. 

Tilboðið er ætlað fólki við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólki við ávísum álvarsomum giktasjúkum, fólki, sum hava fingið transplantasjón, fólki í dialysuviðgerð og fólki, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum nýliga hava fingið kemoviðgerð. 

Fólk, ið eru umfatað av tilboðnum um fjórðu koppsetingina, fáa innkalling frá Sjúkrahúsverkinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066