Korona ávirkar nú tænasturnar í Klaksvíkar kommunu

bannari
Korona ávirkar nú tænasturnar í Klaksvíkar kommunu
Omanfyri fjóra hvørt starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu er smittað við koronu síðan 23. desember, og kommnan hevur ilt við at veita tær tænastur, hon annars skal
 
13.01.2022 - 08:18

Smittustøðan í Føroyum ávirkar nú dagstovnaøkið í Klaksvík.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at tað er trupult at fáa gerandisdagin at virka sum vanligt, tí fleiri starvsfólk eru smittað.

Omanfyri fjórða hvørt starvsfólk er smittað síðan 23. desember.

Talan av børnum, ið hevur havt korona, er væl lægri.

 

Tillagingar neyðugar

Smittustøðan ger, at í onkrum føri er neyðugt at tillaga virksemið.

Av hesi orsøk mugu onkrir stovnar skerja upplatingartíðina, antin hjá øllum stovninum ella einstøkum stovum.

Í øðrum førum verða stovur ella stovnar stongdir í nakrar dagar.

Klaksvíkar kommuna skrivar, at foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðis frá stovninum, hvussu koronusmittan ávirkar stovuna ella stovnin, har barnið gongur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066