Fiskidagarnir kunngjørdir

Fiskidagarnir kunngjørdir
Skip og bátar, sum fiska við línu, snellu og troli á landleiðini, fáa fimm prosent færri dagar næsta ár enn í ár
Mynd: Savnsmynd  
 
28.12.2021 - 09:51

Fiskidagarnir næsta ár eru nú kunngjørdir.

Skip og bátar, sum fiska við línu, snellu og troli á landleiðini, fáa fimm prosent færri dagar næsta ár enn í ár. 

Men lemma- og partrolarar fáa fimm prosent fleiri dagar. 

Hetta er tað, sum Havstovan mælti til, og Fiskimálaráðið nú hevur kunngjørt.

Trolarar, línuskip, stórir útróðrarbátar og trolbátar fáa eyka fiskidagar fyri at avreiða livur og annan innvøl úr fiski til virki í Føroyum.

Sambært umsitingarætlanini um fiskiskapin undir Føroyum kunnu fiskidagarnir antin vera fimm prosent fleiri, fimm prosent færri ella óbroyttir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066