FM í svimjing í sjónvarpinum

FM í svimjing í sjónvarpinum
Sjónvarpið sendir beinleiðis úr svimjihøllini í Havn í dag og í morgin
 
12.11.2021 - 10:59

Um vikuskiftið verður skipað fyri føroyameistara- og junior-meistarakapping í svimjing. 

Kappingin er í Gundadalshøllini í Havn, og hon byrjar í dag.

Koronutilmælið um, at í mesta 50 fólk kunnu savnast, ger, at eingir áskoðarar sleppa til kappingarnar.

FM-finalurnar verða avgreiddar sum vant, men við minst møguligari manning. 

Hetta merkir millum annað, at bara svimjarar, sum hava svomið seg í finaluna, sleppa til finalupartin.

Svimjifeløgini sleppa at hava eitt fólk í part í høllini til sínar svimjarar. 

Øll onnur mugu vera góðkendur partur av dómara- og hjálparfólkahópinum hjá Svimjisambandinum fyri at kunna vera í høllini.

Dómaraborðið verður við avskerming og frástøðu frá hinum í høllinum, og stroymitoymið og kringvarpsmanningin hava egna inngongd. 

Kringvarpið sendir beinleiðis frá FM í svimjing í dag og í morgin, báðar dagar frá kl. 17 til 19.

Í útvarpstíðindunum á middegi verður samrøða við Rók í Jákupsstovu, formann í Svimjisambandinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297

Meira um sama evni