Uppboðssøla hevði givið 408 mió. kr.

Uppboðssøla hevði givið 408 mió. kr.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Eftir gomlu lógini var uppsjóvarfiskur og botnfiskur í Barentshavinum og við Svalbard seldur á uppboði.
 
18.08.2021 - 08:47

Landið hevði fingið góðar 408 mió. kr. fyri fisk, sum bleiv seldur á uppboði, um gamla lógin um sjófeingi var galdandi enn.

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari uppá fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Hetta er galdandi, um miðalprísirnir vóru teir somu sum í 2019 og 2018. Eingin uppboðssøla er í ár. 

Talan er um uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum og við Svalbard, har rættindini eftir gomlu lógini vórðu seld á uppboði.

Veiðigjøld

Um gamla lógin varð brúkt í ár, høvdu veiðigjøldini verið 162,4 mió. kr., vísir roknistykkið hjá Fiskimálaráðnum.

Veiðigjøld vórðu ikki tikin av tí, sum varð selt á uppboði. 

Metingin hjá samgonguni nú er, at veiðigjøld og aðrar inntøkur av fiskiskapinum verða 314 mió. kr. 

Uppboðssølan og veiðigjøldini høvdu givið 570 milliónir krónur, var gamla lógin um sjófeingi galdandi enn og somu prísir sum í 2018 og 2019.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403