Sunda kommuna vil hava bústaðarskyldu

bannari
Sunda kommuna vil hava bústaðarskyldu
Kommunan hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum um fastogn og útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum
Sunda kommuna heldur, at kommunur skulu hava bústaðarskyldu, so heilar bygdir ikki enda sum summarhúsøki
 
28.04.2021 - 09:19

Sunda kommuna biður Kommunufelagið geva kommununum loyvi at áseta bústaðarskyldu og/ella tænastugjøld, so heilar bygdir ikki enda sum summarhúsøki.

Býráðið í Sunda kommunu hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum um fastogn og útlendingar, sum vilja keypa fastogn í Føroyum.

Fíggjarnevndin hjá býráðnum mælir at taka undir við uppskotinum, og samstundis heita á Kommunufelagið um at heita á landstýrið at taka næsta stigið og geva kommununum heimild at áseta bústaðarskyldu og/ella tænastugjøld, so heilar bygdir ikki enda við at gerast summarhúsøki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV