Bústaðarpakkin viðgerast í tinginum

bannari
Bústaðarpakkin viðgerast í tinginum
Lógaruppskotið, sum kom í løgtingið í desember, skal nú viðgerast
 
20.01.2021 - 06:33

Í dag fer løgtingið at viðgera bústaðarpakkan hjá landsstýrinum. Lógaruppskotið, sum kom í tingið 8. desember, gevur millum annað Bústøðum loyvi til læna 450 milliónir krónur at byggja fyri.

Uppskotið skal eisini eggja privatum íleggjarum at seta pengar í bústaðabygging, tí Bústaðir skulu fáa treytir, sum geva grundarlag fyri kapping og samstarv við privatar íleggjarar. 

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV