Karl Johansen valdur til borgarstjóra í Klaksvík

bannari
Karl Johansen valdur til borgarstjóra í Klaksvík
Fyrsti varaborgarstjóri er Atli S. Justinussen í Fólkaflokkinum, og annar varaborgarstjóri er Jógvan Skorheim í Sjálvstýri
Karl Johansen er nú valdur til nýggjan borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu. Hann tekur við á nýggjárinum
 
19.11.2020 - 09:35

Karl Johansen verður borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 1.januar at rokna.

Hann varð valdur á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Hann fekk sjey atkvøður, og fýra vóru blankar.

Fyrsti varaborgarstjóri er Atli S. Justinussen í Fólkaflokkinum, og annar varaborgarstjóri er Jógvan Skorheim í Sjálvstýri.

Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin eru í meirilutanum í býráðnum í Klaksvík. 

Í minnilutanum eru Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216