Gerðarrættarmálið kostar Landsverki 18 milliónir

bannari
Gerðarrættarmálið kostar Landsverki 18 milliónir
Tað var tað vert, sigur stjórin á Landsverki
 
13.11.2020 - 08:47

Gerðarrættarmálið um skúladepilin í Marknagili kostaði Landsverki 18 milliónir krónur. Men tað var tað vert, segði Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, við Dag og viku í gjárkvøldið.

Nú skal Landsverk rinda 22 milliónir krónur. Kravið frá TG verki var 76 milliónir krónur. Men Landsverk skal rinda stívar fýra milliónir umframt rentur.

Úrslitið í gerðarættinum er, at Landsverk skal rinda TG verki 20,2 milliónir krónur. Men TG verk skal rinda Landsverki 16,1 millión krónur. 

Sigurd L. Lamhauge segði við Útvarpið í gjár, at rokningar fyri meira enn 45 milliónir krónur frá TG verki hava ligið ógoldnar, meðan bíðað hevur verið eftir gerðarrættinum. Tær rokningarnar detta nú burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066