Bíligari bústaðir í Vágum

bannari
Bíligari bústaðir í Vágum
Tað er bíligari at ogna sær bústað í Vágum enn aðrastaðni í tætt bygdum øki í Føroyum
 
21.10.2020 - 08:24

Betri sigur, at bústaðarbyrðan í Vágum er nógv undir miðal í Føroyum. Í fyrra hálvári var bústaðarbyrðan í Vágum 13 prosent.

Hetta merkir, at eitt miðal húski í Vágum brúkar 13 prosent av tøku inntøkuni til at fíggja sín bústað.

Miðal bústaðarbyrðan í Føroyum er 19 prosent. Í Havn er bústaðarbyrðan 29 prosent, sigur Betri.

Betri hevur roknað út, at um eitt miðal húski í Vágum heldur valdi at seta búgv í Tórshavn, hevði húskið havt okkurt um 3.300 krónur minni eftir um mánaðin, tá bústaðurin er goldin.

Sambært Betri kostaðu eini hús í Vágum í miðal 1,25 milliónir krónur í fyrra hálvári. Miðalprísurin í øllum landinum er 1,92 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV