Gerðarrættarmálið liðugt

bannari
Gerðarrættarmálið liðugt
Stóra gerðarrættarmálið millum TG Verk og Landsverk um skúladepilin í Marknagili og arbeiðið har er endað
 
10.10.2020 - 10:06

Gerðarrætturin varð settur 21.september, og fýra vikur vórðu settar av til málið, vikurnar 39, 40 og 41 og tveir dagar í viku 43, tilsamans 17 dagar. Men neyðugt var ikki at brúka alla avsettu tíðina, og seinasti rættarfundur var í gjár.

TG Verk hevur stevnt Landsverki eftir 75,5 milliónum krónum og kravið hjá Landsverki er 80 milliónir. Harafturat koma rentur frá tí degi, málið varð latið gerðarrættinum.

Málið byrjaði í gerðarrættinum 4. apríl í 2016. TG Verk byrjaði málið. Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn, sum er gerðarrætturin, hevur viðgjørt málið í Keypmannahavn. Sirius advokater umboða Landsverk, og TG Verk hevur Dahl advokatfirma. 

Úrskurðurin verður kunngjørdur fríggjadagin 6. november, og hann er endaligur og kann ikki kærast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066