Samráðingar: Eingin hvítur roykur

bannari
Samráðingar: Eingin hvítur roykur
Samráðingarnar hava nú vart í tríggjar tímar
Meðan vit bíða...
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
13.09.2019 - 00:57

Seinasti og helst avgerandi samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin eru farnar inn í fjórða tíman. Flokkarnir hittust í løgtinginum klokkan 22 hóskvøld.

Fyribils er einki nevnivert likið út úr samráðingarhølunum. Floksformenninir hava uppá skift tosað saman, fyri síðani at tosa við baklandið, sum hevur sitið aðrastaðni í bygninginum.

Tíðindafundur í morgin

Onkra løtu hava øll eisini sitið saman í fundarhøli trý. Fleiri royndir at spyrja inn til, um nakað spyrst burturúr samráðingunum hava higartil verið úrslitaleysar. 

Um hann argaði ella fortalaði seg, skal vera ósagt, men Jenis av Rana lat fyrr í nátt skilja, at tos hevði verið um ein tíðindafund í morgin seinnapart klokkan 16.

Lesarin kann sjálvar tulka ta útmeldingina. Í meðan gongur klokkan. Flokkarnir hava nú bert níggju tímar til at finna semju um samgongu næstu fýra árini. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216