Óvist nær samráðingar verða tiknar uppaftur

bannari
Óvist nær samráðingar verða tiknar uppaftur
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar í morgun
 
12.09.2019 - 09:56

Stígur er í samráðingunum um nýggja samgongu, og eingin fæst at siga, nær samráðingarnar verða tiknarupp aftur.

Eftir at floksformenninir í rúma tíð í gjár høvdu umrøtt býtið av málsøkjum, fóru flokkarnir á fund við landsfeløgini, fyri at kunna tey um gongdina.

 >> SÍ EISINI Ósemja um málsøkini

Tá tann kunningin var av, fóru formenninir aftur at tosa um býtið av málsøkjunum. Teir tosaðu saman til klokkan 11 í gjárkvøldið, men funnu ikki semju.

Tí gjørdi Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari av at steðga á við samráðingunum. Enn er støðan tann sama, og enn eru flokkarnir ikki komnir saman aftur at tosa um viðurskiftini.

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar í morgun til støðuna, men hann sigur kortini, at ymiskt lá á borðinum tá teir skiltust í gjárkvøldið, men enn veit han ikki hvat fer at henda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216