Fyrsti sigurin í kurvabólti veruleiki

bannari
Fyrsti sigurin í kurvabólti veruleiki
Føroyska landsliðið í kurvabólti hevur vunnið sín fyrsta dyst á oyggjaleikunum
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
11.07.2019 - 13:53

Kurvabóltslandsliðið skrivaði søgu, tá tað vann sín fyrsta oyggjaleikasigur í dag.

Tað gjørdu teir við at smyrja Áland av. Dysturin endaði ikki minni enn 76-35 til føroyska liðið.

Føroyska kurvabóltsliðið hevur staðið seg væl í oyggjaleikunum á Gibraltar, og framgongdin er eyðsýnd.

Á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017 og Jersey fyri fýra árum síðani tapti Føroyar allar sínar dystir og máttu leggja rygg til fleiri stórtap.

Áðrenn sigurin í dag hevði landsliðið tapt tvær ferðir tepurt. Fyrst 79-74 fyri Jersey og síðan 44-46 fyri Isle of Wight umframt eitt tap upp á 76-31 fyri Guernsey.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066