Føroyar eru í øllum svimjifinalunum

bannari
Føroyar eru í øllum svimjifinalunum
Nú seinastu innleiðandi kappingarnar í svimjing eru avgreiddar, er greitt, at Føroyar eru við í øllum 12 finalunum
Seinastu kappingarnar í svimjing á Oyggjaleikunum eru á skránni í dag.
 
11.07.2019 - 11:30

Í kvøld eru 12 tær seinastu finalurnar í svimjing á hesum oyggjaleikunum, og Føroyar eru umboðaðar í øllum. 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur eina harða skrá, tí hon skal svimja í trimum einstaklingakappingum, harímillum 800 metrar frí, og so liðkapping afturat. 

Og í kvøld eru tríggjar liðkappingar, tí sum siður er verður endað við eini sokallaðar mix-liðkapping, har bæði mansliðið og kvinnuliðið verður samanblandað í eini felagskapping, sum eitur átta ferðir 50 metrar frí. 

Finalurnar í kvøld eru hesar:

100 metrar blandað kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
400 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan N. Dam
200 metrar firvald kvinnur Rebekka Trygvadóttir
100 metrar rygg menn Alvi Hjelm
100 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
50 metrar frí menn Róland Toftum og Rókur Trygvason
50 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen
200 metrar bringa menn Rókur Trygvason og Alvi Hjelm
800 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
Fýra ferðir 100 metrar blandað kvinnur Føroyar
Fýra ferðir 50 metrar frí menn Føroyar
Átta ferðir 50 metrar frí kvinnur og menn Føroyar

Kringvarpið stroymir allar finalurnar beinleiðis her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216