»Alt, sum er hent í dag...

»Alt, sum er hent í dag...
...er sum eitt ekkó í høvdinum á Mai. Sum ein tjúkkur greytur, sum ein filmur hon hevur sæð, heldur enn nakað, hon sjálv hevur upplivað«
 
02.12.2018 - 11:00

Soleiðis hugsar 11 ára gamla Mai í fyrsta parti. Hvat er hent? Og hvat hevur Mai upplivað?

Nú er ikki leingi at bíða og finna útav, hvat vit í jólakalendaranum Flytifuglar verða boðin inn til. Mánadagin 3. desember er at skrúva for frá og lurta eftir 1. parti av jólakalendarasøguni Flytifuglar.

Flytifuglar er jólakalendarin hjá Barnaútvarpinum 2018. Talan er um eina spennandi samtíðarsøgu, sum gongur fyri seg í Vestmanna og á Válinum. 11 ára gamla Mai er høvuðspersónurin í nýskrivaða leikinum.

Elin á Rógvi hevur skrivað og leikstjórnað. Niclas Johannesen er tónasmiður, og Finnur Hansen hevur lagt tónleikin til rættis. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Talan er um eina upprunaføroyska framleiðslu við trimum sangum umframt eyðkennislag – Lea Kampmann og Hans Marius Ziska Davidsen syngja.

Høvuðsleikararnir eru Fríða Hofgaard Ákadóttir og Hans Tórgarð. Elin á Rógvi hevur skrivað tríggjar jólakalendarasøgur. Hin fyrsta var “Eg sá ein eingil”, síðan kom “Nivi Naja”, og so nú Flytifuglar, sum ikki stendur aftan fyri hinar í dygd og í spenningi.

Torført er at avdúka, hvat útvarpsleikurin snýr seg um, men sigast skal, at talan er um eina spennandi søgu, sum viðger fleiri áhugaverd evni.

Barnaútvarpið hevur havt sera gott samstarv við Vestmanna skúla og Staðið, tí børnini, sum eru við, eru vestmenningar. So at siga allar upptøkurnar eru gjørdar í Vestmanna. Til jólakalendarasøguna Flytifuglar er eisini undirvísingartilfar gjørt, soleiðis at tað ber til hjá næmingunum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember og arbeiða kreativt innan ymiskar lærugreinar og viðgera evni í søguni. Og so er undirvísingartilfarið eisini ein jólagáva til lærararnar í føroyska fólkaskúlanum.

Jólakalendarin Flytifuglar er at hoyra hvønn gerandismorgun klokkan 7.15 og er at finna á KVF.F0/VIT ella trýst á Kuldakrákuna.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283