Semingsuppskot lagt fyri ljósmøður og lønardeild

bannari
Semingsuppskot lagt fyri ljósmøður og lønardeild
Skulu svara klokkan hálvgun eitt í dag.
Mynd: savnsmynd  
 
24.11.2018 - 12:31

Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið hava verið á fundi í dag, í eini seinastu roynd at loysa lønartrætuna, ið hevur verið millum partarnar í meira enn tvær vikur.

Semingsuppskot er lagt fyri partarnar og freistin at svarað er sett til klokkan hálvgum eitt í dag, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Eingi undantøk

Ljósmøðurnar hava boða frá, at tær eftir klokkan 15 í dag ikki verða tøkar á Landsjúkrahúsinum.

Higartil hava tær givið undantøk, eitt nú um tað stendur um lív, men tað geva tær ikki eftir kl. 15 í dag.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur boðað henni frá, at fyri teirra viðkomandi byrjar støðan at verða ótolandi. Hesi boðini hevur Sirið Stenberg latið løgmanni og landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211