Menningarkvotur til virki, sum ikki hevur kvotur

bannari
Menningarkvotur til virki, sum ikki hevur kvotur
Meira enn triðingurin av menningarkvotunum, sum higartil eru latnar, eru farnar til virki, sum ikki hevur menningarkvotur
Arctic Voyager.
 
16.11.2018 - 13:07

3.138 tons av menningarkvotu eru farin til Pelagos í Fuglafirði, sum ikki hevur menningarkvotu.

Nógv tað mesta er norðhavssild, 2.794 tons. Hitt er makrelur, 344 tons, vísa nýggjastu tølini hjá Vørn.

Skipini, sum hava avreitt menningarkvotu til Pelagos, eru Arctic Voyager, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.

Arctic Voyager fiskaði fyri Vestmanna fiskavirki, Delta Seafood, Steintór og TG Fish.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiskaðu fyri Vørðustíggj.

Til og við í gjár vórðu 8.580 tons latin teimum, sum fingu menningarkvotu.

36,6 prosent av teimum er farin til Pelagos í Fuglafirði, sum ikki hevur menningarkvotu.


   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066