Kvotuskipan fær týdning fyri landskassainntøkur

bannari
Kvotuskipan fær týdning fyri landskassainntøkur
Moody's hevur mett um fiskivinnunýskipanina hjá landsstýrinum
 
12.11.2018 - 10:16

Metingarstovnurin Moody´s heldur, at kvotuskipanin er ein meiri liðiligur háttur at laga fiskiorkuna til støddina á fiskatovnum, og tað minkar um vandan fyri ovfisking.

Tað sigur Landsbankin, sum hevur fingið frágreiðing frá Moody's.

Moody's heldur eisini, at kvotuskipanin fær týdning fyri inntøkurnar hjá landskassanum, sum hækka, um fiskastovnarnir undir Føroyum verða væl umsitnir.

Vaksandi eftirspurningur fer eisini at hækka prísirnar, verður sagt í frágreiðingini.

At landsstýrið saman við fiskifrøðingum ger umsitingarætlanir fyri fiskastovnarnar, váttar, at landsstýrið leggur dent á burðardygga stovnsrøkt.

Niðurstøðan hjá Moody's er, at fiskivinnunýskipanin gevur landsstýrinum røttu amboðini at tryggja eina burðardygga fiskivinnu, samstundis sum hon breiðkar inntøkugrundarlagið.

Øll frágreiðingin hjá Moody's kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216