Pensjónsskipanin í løgtinginum í dag

bannari
Pensjónsskipanin í løgtinginum í dag
Løgtingið fer at viðgera uppskotið um pensjónsnýskipanina í dag.
 
16.01.2018 - 08:47

Fyrsti tingfundur í ár verður í dag klokkan 10. Tá fer tingið av hava fyrstu viðger av uppskotinum um pensjónsnýskipan. Sambært uppskotinum, so skal pensjónsaldurin hækka.

Sambært uppskotinum, so hækkar pensjónsaldurin fyrsta januar 2025 við hálvum ári, úr 67 uppí 67 eitt hálvt. Fyrsta januar 2030 hækkar pensjónsaldurin aftur við hálvum ári, og verður tá 68 ár. 

Fimta hvørt ár skal pensjónsaldurin eftirmetast samanborið við miðal lívsævi hjá 65 ára gomlum. 

Samgongan og Sjálvstýri hava gjørt semju um pensjónsnýskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216