Eingin semja um fyritíðarpensjónistar

bannari
Eingin semja um fyritíðarpensjónistar
Stór ørkymlan var um fíggingina fyrrapartin, tá løgtingið viðgjørdi tær 1000 krónurnar, sum fyritíðarpensjónistar skulu fáa afturat næsta ár
 
04.12.2017 - 12:53

Uppskotið kundi ikki viðgerast upprunaliga, tí kommunurnar noktaðu at rinda tær góðar 25 milliónirnar, sum ábótin fer at kosta teimum. Samráðingar hava síðani verið millum landsstýrið og kommunurnar, men enn er eingin semja gjørd um rokningina.

Óvissan hevði fyrrapartin við sær, at mong tingfólk góvu ilt av sær, tí uppskotið ikki var búgvið at viðgera. Og sjálvt forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, sum er partur av samgonguni segði, at hon - sum er - hvørki kann siga ja ella nei til uppskotið, fyrr enn greiða er fingin á, hvussu rokningin skal rindast

Tá Kristina Háfoss, landsstýriskvinna loksins fekk orðið at greiða frá, viðgekk hon, at fíggingin ikki er fingin uppá pláss enn.

Men hon segði, at umframt, at kommunurnar fara at fáa størri fíggjarligt rásarúm við komandi pensjónsnýskipanini, so hava tær eisini fingið uppskot um, at tær næsta ár skulu fáa burtur av veiðigjaldinum, sum skal takast av tí partinum av fiskatilfeinginum, sum ikki verður selt á uppboðssølu.

Ætlanin er nú, at fyritíðarpensjónistar fáa 600 krónur meira á nýggjárinum og so 400 krónur afturat 1. juli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066