Samgongan samtykti einsamøll grein 25 nevndina

bannari
Samgongan samtykti einsamøll grein 25 nevndina
Tingnevndin, sum skal gera tilmæli um stjórnarskipanina, verður vald um tvær vikur
Flokkarnir eru alt annað enn samdir um stjórnarskipanina, sum løgmaður ber í tingið.
 
26.10.2017 - 12:43

Aftur í dag gjørdi andstøðan í løgtinginum vart við, at hon vil ikki hava uppskotið um stjórnarskipan viðgjørt í tinginum.

Tá tingið atkvøddi um, at ein grein 25 nevnd skal viðgera og gera tilmæli um uppskotið, vóru 14 atkvøður ímóti.

Men 16 vóru fyri, so uppskotið varð kortini samtykt. 

30 tingfólk vóru í tingsalinum, tá atkvøtt varð.

Nevndin ikki vald enn

Nevndin verður vald á tingfundi tann 8.november.

12 fólk skulu veljast í nevndina, tvey úr hvørjum av teimum fýra stóru flokkunum og ein úr teimum smáu. 

Harafturat verður uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, í nevndini.

Nevndin, sum skal veljast at viðgera stjórnarskipanina, eitur eftir grein 25 í tingskipanini. Hon sigur, at løgtingið kann seta nevndir at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066