Visit Faroe Islands mennast

bannari
Visit Faroe Islands mennast
Menningareindin byrjar um ársskiftið
 
28.09.2017 - 17:23

Menningareind verður nú sett á stovn í Visit Faroe Islands. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 eru játtaðar slakar 4.5 mió. kr. til menningareindina, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. -Føroyska ferðavinnan er á einum vegamóti. Marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamál hevur givið úrslit. Um verandi gongd heldur fram, kann ferðavinnan gerast ein berandi vinna undir búskapinum, og skapa størv og inntøkur eisini í útjaðaranum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. -Men skal gongdin halda fram og ferðavinnan verða burðardygg, mugu vit verða betri fyrireikað at taka móti vaksandi talinum av ferðafólki. Vit skulu hava fleiri og betri tilboð til ferðafólkini, ikki minst úti um landið. Neyðugt er somuleiðis at skipa ferðavinnuna betri fyri at verja náttúruna, sum er grundarlagið undir ferðavinnuni, sigur landsstýrismaðurin. Sum liður í skipanini av menningareindini hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent lógaruppskot um broyting í løgtingslógini um Visit Faroe Islands til hoyringar. Í lógaruppskotinum verður verandi stuðulsskipan til ferðavinnuna umskipað. Stuðulsjáttanirnar til økisferðavinnufeløgini og marknaðarføring uttanlands verða umskipaðar til eina stuðulspulju, sum fyritøkur, kommunur og kunningarstovur kunnu søkja úr. Menningareindin kemur at umsita stuðulspuljuna. Samstundis hækkar stuðulsjáttanin úr 2 mió. kr. uppí 4.5 mió. kr. Miðað verður eftir, at stuðulsjáttanin skal vaksa uppí 7 mió. kr. í 2019. Neyðugt er eisini at umskipa stuðulskipanirnar, tí verandi skipan munar ov lítið sum er, og kemur ikki í nóg stóran mun øllum økjum í landinum til gagns, sigur Poul Michelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216