Fíggjarlógaruppskotið lagt fram fríggjadagin

bannari
Fíggjarlógaruppskotið lagt fram fríggjadagin
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018 verður lagt fram fríggjadagin.
 
27.09.2017 - 09:27

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018 verður lagt fram fríggjadagin klokkan 10. Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Sambært stýrisskipanarlógini skal uppskot um fíggjarlóg verða lagt fyri løgtingið fyri fyrsta oktober.

Fíggjarlógin skal verða samtykt fyri ársskiftið, tí hon kemur í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373