Gull og bronsa í liðkappingini

bannari
Gull og bronsa í liðkappingini
Føroysku bogaskjúttarnir hava vunnið tvey heiðursmerkir afturat
 
29.06.2017 - 11:54

Hesir oyggjaleikirnir hava verið serstakir fyri føroysku bogaskjúttarnar, tí úrslitini hava verið framúr góð.

Í dag eydnaðist tað aftur at vinna heiðursmerkir, tá liðkappingini í bæði recurve og compound var á skránni.

Føroyar við Anju Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Albert Dam vunnu gull í compound. Tey vunnu á Guernsey í finaluni.

Í recurve møttu Føroyar Álandi í bronsufinaluni. Tað eydnaðist Absalon Hansen, Jastrid Rein Jensen og Oddmar Nielsen at vinna.

Sostatt bleiv tað til bæði gull og bronsu til bogaskjúttarnar í dag.

Hetta var síðsta kappingin hjá bogaskjúttunum, og sigast má, at tað hevur eydnast sera væl. 

Føroyar vunnu sjey gull-, eitt silvur- og seks bronsuheiðursmerkir í bogaskjóting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216