Nýggj skipan skal tryggja sjúklingar

Nýggj skipan skal tryggja sjúklingar
Ein skipan skal setast í verk í Føroyum, har heilsustarvsfólk, sjúklingar og avvarðandi kunnu fráboða ótilætlaðar hendingar
Ein nýggj skipan, ið skal bøta um trygdina hjá sjúklingum, sum verða viðgjørdir í sjúkrahúsverkinum, skal setast í verk áðrenn 2017 er runnið
 
24.03.2017 - 13:57

Endamálið er at bøta um sjúklingatrygdina og læra av feilum, sum henda í heilsuverkinum. Ætlanin er at skipanin skal setast á stovn í ár, í samband við at partar av donsku heilsulógini, verða sett í gildið í Føroyum.

Tá danski heilsulógin kom í gildi í 2007 í Danmark, var eisini ein skipan sett á stovn, har heilusstarvsfólk kunnu fráboða og viðgera ótilætlaðar hendingar.

Ein ótilætlað hending er ein hending, har alt ikki gongur sum ætlað í samband við eina viðgerð. Ein ótilætlað hending stendst bæði um sjúklingur kemur til skaða, og um hann hevur verið í vanda fyri at koma til skaða.

Dømi um "hendingar"

Ein ótilætlað hending kann sostatt til dømis vera tá:

  • sjúklingur fær ov nógvan ella skeivan heilivág

  • ein sjúklingur dettur og brýtur armin, tí hann er svimbul aftan á eina skurðviðgerð

  • viðgerðin er seinkað, tí blóðroyndirnar eru burtur

  • ella um ein eldri borgari ikki fær vitjan av heimasjúkrasystir, tí misskiljingar hava verið millum sjúkrahús og heimarøktina

Tað stendur á heimasíðuni hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd í Danmark, sum umsitur skipanina við ótilætlaðum hendingum. Tað eru bæði heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum, í Almannaverkinum og aðrastaðni, har heilsustarvsfólk starvast, ið dulnevnt skulu fráboða ótilætlaðu hendingarnar.

Ikki stórvegis kostnaður fyri tað almenna

Í Danmark verða hendingarnar fráboðaðarumvegis heimasíðuna hjá Stýrinum fyri sjúklingartrygd, og ætlanin er at nýta eina líkandi skipan í Føroyum. Málsøkið er danskt.

Tí verður tað Landslæknin, sum fær ábyrgd av at stovna og byggja upp skipanina við ótilætlaðum hendingum. Av tí, at talan er um danskt málsøki, rinda danir skipanina, og tí verður mett, at tað ikki verða stórvegis útreiðslur fyri land og kommunur í Føroyum av skipanini.

Landslæknin skal sambært lógini gera eina árliga frágreiðing um skipanina. Endamálið við skipanini er sambært lógaruppskotinum at heilsuverkið kann eftirmeta sína viðgerð og fáa møguleika fyri at betra um sjúklingatrygdina.

Sett í verk áðrenn árslok

Í Danmark verður tann fráboðaða hendingin send til stovnin har hendingin hendi, og har verður hendingin viðgjørd og greina fyri at finna feilin og síðani kunna seta í verk fyribyrgjandi átøk.

Eisini verða fráboðanirnar sendar til Stýrið fyri sjúklingatrygd, sum hevur ábyrgdina fyri landsfevnandi fyribyrgjandi átøkum. Ætlanin er at seta eina líkandi skipan í gildi í Føroyum áðrenn 1. januar 2018.

Skipanin við ótilætlaðum hendingum er bara ein partur av heilsulógini, sum er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. Fyrsta viðgerð av lógini var týsdagin, og hon liggur nú í Trivnaðarnevndini hjá tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672