Annika farin upp í Framsókn

bannari
Annika farin upp í Framsókn
Nú eru 18 fólk í landsstýrissamgonguni
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, kunngjørdi fyri løtu síðani, at Annika Olsen hevur boðað frá, at hon nú er partur av tingmanningini hjá Framsókn
 
17.09.2015 - 10:27

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, kunngjørdi fyri løtu síðani, at Annika Olsen hevur boðað frá, at hon nú er partur av tingmanningini hjá Framsókn.

Tað hevur ligið á ljóði, síðani Annika Olsen herfyri tók seg burtur úr Fólkaflokkinum, at hon var á veg upp í Framsókn, og tað varð so staðfest á tingfundinum fyri løtu síðani.

Sostatt eru 18 fólk í landsstýrissamgonguni.

Sonja Jógvansdóttir tók seg úr Javnaðarflokkinum í gjár, men hon hevur gjørt greitt, at hon framvegis styðjar landsstýrissamgonguna.

Nevndarval

At Annika Olsen er farin upp í Framsókn, og harvið er partur av samgonguni, hevur týdning fyri nevndarvalið í løgtinginum. Tað ljóðar, at hon skal vera formaður í fíggjarnevndini. 

Umframt samgonguflokkarnar eru Nýtt Sjálvstýri og Sonja Jógvansdóttir eisini við í valbólkinum hjá samgonguni. Hesin valbólkurin hevur 20 sessir í tinginum.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru gingnir í valbólk. Teir hava 13 sessir í tinginum. 

Nevndarval stóð á skránni fyri tingfundinum, sum varð settur klokkan 10, men tað er útsett til klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403