Løkke ynskir Akseli til lukku

bannari
Løkke ynskir Akseli til lukku
Danski forsætisráðharrin gleðir seg til samstarvið við nýggja landsstýrið
 
16.09.2015 - 08:52

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gleðir seg til samstarvið við nýggja løgmannin og nýggja landsstýrið í Føroyum.
  
Forsætisráðharrin ynskti í gjár Akseli V. Johannesen tillukku.

Politikkurin hjá nýggju samgonguni fer at spara statskassanum milliónir, tí yvirtøkur eru í samgonguskjalinum, og heildarveitingin skal ikki hækka. 

Undanfarna samgonga gjørdi avtalu við donsku stjórnina um at prístalsviðgera heildarveitingina.

Blokkurin skal frystast

Sambært avtaluni skal blokkurin prístalsviðgerast í 2016 eisini. Tað hevði givið landskassanum millum níggju og tíggju milliónir krónur í 2016.

Men nýggja samgongan hevur avgjørt at frysta blokkin, tað er, at hann skal vera har, sum hann er nú, og ikki hækka.

Ætlanin er eisini at fáa blokkin strikaðan heilt. Nær tað skal gerast, kann samgongan kortini ikki siga. 

Í ár er blokkstuðulin 641,8 mió. kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216