Formansskapurin onga niðurstøðu enn

bannari
Formansskapurin onga niðurstøðu enn
Formansskapurin í løgtinginum veit framvegis ikki, hvat skal gerast við niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft-Hansen
Formansskapurin í løgtinginum hevði fund seinnapartin í gjár um kanningina, men Formansskapurin hevur onga niðurstøðu enn
 
03.07.2015 - 08:10

Nú løgtingið hevur havt kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen í hálvaaðru viku er framvegis ikki greitt, hvat tingið skal gera við greiðu niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum.

Formansskapurin í løgtinginum hevði fund seinnapartin í gjár um kanningina. Men Formansskapurin hevur onga niðurstøðu enn og heldur onga ætlan um at kalla tingið saman at viðgera kanningina og niðurstøðurnar í henni.

Málið má viðgerast neyvari

Formansskapurin hevur fingið ávegis upprit frá umsitingini, løgfrøðingunum, hjá løgtinginum og fer at hava fund aftur týsdagin, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Spurdur, hví formansskapurin ikki kallar tingið saman alt fyri eitt, svarar Jógvan á Lakjuni, at málið er so umfatandi, at tað má viðgerast neyvt, áðrenn tingið fær fundarboð.

- Eingin orsøk at kalla tingið saman, tá vit ikki vita, hvat tingið skal viðgera. Formansskapurin má fyrst gera eitt uppskot, sum tingið skal taka støðu til, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Løgtingið skal helst brúka 14 dagar

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, segði við Útvarpið fyri einari viku síðani, at tey skuldu helst brúka 14 dagar ella so at orða tilmælið til formansskapin.

Sambandsflokkurin gjørdi skjótari av enn løgtingið. Í gjár fekk Kaj Leo Holm Johannesen stuðul frá politikarum floksins og tí, tey kalla baklandið - veljarafeløgini - at halda fram sum formaður floksins og løgmaður.

Kaj Leo Holm Johannesen skal standa á odda fyri flokkinum til løgtingsvalið seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066