Fíntelja atkvøðurnar á fólkatingsvalinum

bannari
Fíntelja atkvøðurnar á fólkatingsvalinum
So langt er millum flokkarnar, at mett verður ikki, at fínteljingin kann broyta úrslitið av fólkatingsvalinum
 
25.06.2015 - 07:58

Í dag verða tær 23.576 atkvøðurnar, sum komu á fólkatingsvalinum í Føroyum fyri einari viku síðani, taldar umaftur.

Klokkan tíggju fara 25 fólk at telja á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, har atkvøðurnar frá øllum 58 valstøðunum eru savnaðar.

Olaf á Stongunum, formaður í valnevndini, sigur, at vanliga plagar fínteljingin at taka 12-13 tímar.

Broytir ikki úrslitið

Fínteljingin er opin fyri almenninginum.

So langt er millum flokkarnar, at mett verður ikki, at fínteljingin kann broyta úrslitið av fólkatingsvalinum.

Tjóðveldi fekk 5.730 atkvøður, Javnaðarflokkurin 5.666 og Sambandsflokkurin 5.500 atkvøður á fólkatingsvalinum 18.juni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066