Samráðingar um nýggja stjórn

bannari
Samráðingar um nýggja stjórn
Lars Løkke Rasmussen hevur bjóða Danska Fólkaflokkinum, Liberal Aliance og Konservativa flokkinum til fundar í dag.
 
20.06.2015 - 09:53

Sum kunnugt var tað borgarligi vongurin við Lars Løkke Rasmussen, formanni í vinstra, á odda, sum vann valið. 

Lars Løkke Rasmussen fer í dag undir fyrstu royndirnar at skipa stjórn. Samráðingarnar byrjaðu klokkan níggju í morgun okkara tíð á Christiansborg. 

Meirilutastjórn

Lars Løkke Rasmussen segði við danskar miðlar fyri løtu síðani, at hann fer eftir at skipa eina borgarliga meirilutastjórn. 

Fyrsti flokkur til samráðingarborðið er stóri vinnarin á valinum hósdagin, danski fólkaflokkurin við Kristian Thulesen Dahl á odda. 

Síðani fer Lars Løkke Rasmussen at fundast við Anders Samuelsen og Liberal Alliance og seinnapartin er tað Søren Pape Poulsen og Konservativa flokkurin, sum eiga tørn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066