Thorning lagt frá sær

bannari
Thorning lagt frá sær
Helle-Thorning Schmidt hevur fyri løtu síðani lagt frá sær sum forkvinna fyri danska javnaðarflokkin
Mynd: frá dr.dk  
 
19.06.2015 - 00:15

Tað hendir eftir at reyði vongurin hjá Thorning tapti valið til bláa vongin hjá Lars Løkke Ramussen.

Men ósigurin var tepur, tí reyði vongurin fekk 89 sessir í fólkatingið og blái vongurin 90. 

Helle Thorning-Schmidt hevur verið forkvinna í danska Javnaðarflokkinum í tíggju ár, og seinastu fýra árini hevur hon verið forsætismálaráðharri í Danmark. 

Roknað verður við, at Mette Frederiksen verður nýggj forkvinna fyri danska javnaðarflokkin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066