14 flogfør í Vágum til sólarmyrkingina

bannari
14 flogfør í Vágum til sólarmyrkingina
Eina løtu fríggjadagin vóru 12 flogfør á flogvøllinum í Vágum. Samanlagt vóru tað 14 ymisk flogfør á flogvøllinum í Vágum fríggjadagin 20. mars 2015
Góður dagur á flogvøllinum í Vágum, fríggjadagin, sólarmyrkingardagin
Mynd: Jákup Sverri Kass  
 
22.03.2015 - 09:32

Flogførini koma úr eitt nú Danmark, Bretlandi, Fraklandi, Sveits og Eysturríki, skrivar stjórin á flogvøllinum, Jákup Sverri Kass, í tíðindaskrivi.

Umframt at dagurin var serligur tí at tað var sólarmyrking, so er hann eisini serligur fyri føroyska flogvinnu, tí at danska flogfelagi DAT setti met tá ið tað setti seg við teirra MD83 flogfari, sum er størsta ferðafólkaflogfar sum nakrantíð hevur sett seg í Vágum. Flogfari er 45 metur langt.

Sagt verður av flogvøllinum at tað hevur gingið stak væl at fáa ferðsluna frá hondini, og at ferðafólkini lata væl at tænastuni sum tey fáa í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar
175465
Hósdag 23. mai
Morgunlestur hósdagur 23. mai 2024
175331
Mikudag 22. mai
Skratsj tann 22. mai 2024
175432
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066