Løgtingið samtykkir fíggjarlógina fyri 2015 í dag

Løgtingið samtykkir fíggjarlógina fyri 2015 í dag
Hallið næsta ár verður útvið 140 milliónir krónur. Fíggjarlógin er seinasta málið á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.
 
17.12.2014 - 09:55

Løgtingið fer í dag at samtykkja fíggjarlógina fyri 2015.

Hallið næsta ár verður útvið 140 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin hevði nógv broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum. Undir aðru viðgerð, sum var fríggjadagin, atkvøddu tingfólk um íalt 116 broytingaruppskot.

Meirilutin í nevndini mælti millum annað til at stovna alment partafelag, sum skal byggja og reka havrannsóknarskip. Tað skal fíggjast við gjøldum úr tilfeingisvinnuni, royndarkvotum sum Havstovan fær, og altjóða og privatar granskingarætlarnir skulu ætlandi eisini fíggja havrannsóknarskipið.

 

Fólkapensjónistarnir fáa meira pengar. Viðbótin hjá pensjónistunum skal hækka 350 krónur um mánaðin frá 1. juli 2015. Tað kostar 10 milliónir krónur. Játtanin til Stransferðsluna minkar nakrar milliónir, tí oljuprísurin fer at lækka, segði meirilutin í fíggjarnevndini.

 

Samgongan stóð saman um uppskotini hjá meirilutanum, meðan broytingaruppskotini, sum minnilutin einsamallur legði fram, fullu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373