Meira makrelur og norðhavssild enn í fjør

Meira makrelur og norðhavssild enn í fjør
Føroyingar hava fiskað meira makrel og norðhavssild higartil í ár samanborið við í fjør
Føroyingar hava fiskað meira makrel og norðhavssild higartil í ár samanborið við í fjør.
 
18.07.2013 - 10:30

Týsdagin vóru fiskað 23 túsund 754 tons av makreli og 9 túsund 489 tons av norðhavssild.

Hetta eru góð 6.000 tons meira av makreli enn sama dagin í fjør og knappliga 1500 tons meira av sild.

Í fjør var sildin ein trupulleiki hjá skipunum, sum royndu eftir makreli, tí tað var hámark á hjáveiðuni av sild hjá øðrum skipum enn uppsjóvarskipunum.

Í ár er sildakvotan so stór, at hjáveiða er eingin forðing.

Trý móttøkuskip taka í móti fiski í løtuni. Tey eru Ólavur Nolsøe hjá JNO í Fuglafirði, Atlantic Orion hjá Fjord Fishing and Finance og Kai Shun hjá Thor.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297