- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Telefonbókin fer í søguna
20-02-2017
Tørvurin á telefonbókini er minkaður, og vit hava aðrar miðlar at finna telefonnummur á í dag
Eftir 110 ár við føroyskum telefonbókum kemur tann síðsta út. Fleiri hava longu vent sær til Føroya Tele og tryggjað sær at tey koma við í bókina.
John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele, greiddi frá telefonbókini og hví hon nú fer í søguna. Eisini hevði hann eina telefonbók frá 1908 við sær.
Freistin, at tryggja sær, at ein er við í telefonbókini, er fríggjadagin 24. februar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024